Stavn um stavn í Svøríki - Ein sessur skilir blokkarnar

Sunnudagin var valdagur til svenska tjoðartingið, men enn er ógreitt hvør vongur fer at vinna valið. Tað verður eftir ætlan klárt mikudagin

Tað verður fíntalt av øllum alvi í Svøríki, nú tað stendur púra á jøvnum millum reyða og bláa vongin (Mynd: EPA-EFE)
Helgi Hoydal
12. september 2022 kl. 17:45

Mánamorgunin sá tað út til teir borgarligu flokkarnir vinna við einum sessi, men sambært svenskum miðlum skulu vit bíða til mikudagin fyrr en allar atkvøður eru taldar. Hóast valúrslitið ikki er heilt klárt enn, eru borgarligu flokkarnir Moderaterna og Sverigedemokraterna farnir til samráðingar.

Socialdemokraterna hava sitið í samgongu síðan 2014, og reyði blokkurin hevur søguliga altíð staðið sterkur í Svøríki. Socialdemokraterna fáa eftir øllum at døma 30,5 prosent av øllum atkvøðunum, sum er framgongd samanborið við seinasta val i 2018.

Sverigedemokraterna vinna fram
Stóra søgan í svenska valinum er at ytsti høgravongurin fær stóra framgongd. Sverigedemokraterna við Jimmie Åkesson á odda, síggja út til at verða næststørsti flokkur í Svøríki eftir valið. Flokkurin leggur dent á at vera kritiskur til flóttafólk og tilflytarar.

Um flokkurin fer í samgongu, er hetta fyrstu ferð at flokkurin fær veruliga ávirkan í svenska tinginum fyri fyrstu ferð. Flokkurin varð settur á stovn í 1988, og hava sitið á tingi síðan 2010. Flokkurin gjørdist triðstørsti flokkur í Svøríki til valið í 2014 og 2018. Til kommunvalið í 2006 gjørdist flokkurin størstur, og varð størsti flokkur uttanfyri tingið.

“Mikudagsatvkøður”
Vanliga hava tær sokallaðu “mikudagsatkvøðurnar” ikki stóra ávirkan á stóru myndina. Tær kunnu vera umleið 200.000 atkvøður, og í ár kunnu tær vera avgerðandi fyri úrslitið.

Mikudagsatvøðurnar eru brævatkvøður, uttanlandsatkvøður og atkvøður sum komu seint sunnukvøldið orsakað av bíðitíð til valstøðini.

Sambært valserfrøðingi hjá Danmarks Radio, er tað ikki sannlíkt at hesar atkvøðurnar fara at broyta úrstlitið sum stendur.

- Søguliga sæð, eru brævatkvøður frá svium, sum búgva uttanlands, meira borgarligar enn landið annars. Men alt kann henda, sigur Anna Gaarslev við Danmarks Radio.