Steintóra avloysir Theodor

Prestafelagið hevur fingið nýggja forkvinnu

Frá vinstru eru tey Heri Joensen, Steintóra Gleðisheygg Joensen, Símun Persson jacobsen, Maria Jørðdal Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen
Áki Bertholdsen
7. juli 2024 kl. 17:33

Herfyri var aðalfundur í Prestafelagi Føroya. Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ið kom í nevndina í 2008, stillaði ikki uppaftur.

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur í nevndina, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram - men hon stóð heædur ikki fyri vali hesaferð og Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Nýggj í nevndini er Steintóra Gleðisheyg Joensen. Síðani hevur nýggja nevndin skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Persson Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.