Stjórin er nøgdur við úrslitið

Rentan er hækkað, men virksemið í Føroya minsta banka, er eisini økt

Áki Bertholdsen
8. september 2023 kl. 17:00

Fyrr hálvár í ár hevðu Suðuroyar Sparikassi, landsins minsti banki, 2,8 milliónir í avlopi og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv, sum fyrra hálvár í fjør, tá ið avlopið var 1,2 milliónir.

Sparikassin sigur, at gøvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentan er hækkað, umframt at virksemið er økt. 

Útlánini hækkaðu úr 549 milliónum í fyrra hálvári í fjør upp í 587 milliónir í ár, sum svarar til ein vøkstur upp á 38 milliónir, ella sjey prosent.

Innlánini vóru 677 milliónir í fyrra hálvár í ár sammett við 676 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking aupp á eina millión, ella 0,15  prosent.

Solvensurin hjá Suðuroyar sparikassa er 22,0 prosent samanborið við 21,4 prosent í fjør. Tað er eitt tal fyri, hvussu væl fyri, bankin er, og hvat hann eigur afturímóti tí, hann skyldar. 

Lyklatalið fyri gjaldførið var 354 prosent, har lógarkravið er 100 prosent. 

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár, tey hava fingið fleiri viðskiftafólk og gongdin er í samsvari við tað, tey væntaðu.