Ståle Solbakken er nýggjur landsliðsvenjari hjá Norra

Lars Lagerbäck er koyrdur frá sum landsliðvenjari hjá Norra. Nýggjur venjari er fyrrverandi FCK-venjarin Ståle Solbakken. Tað sigur norska fótbóltssambandið í einum tíðindaskrivi

Sigurjón Einarsson
3. desember 2020 kl. 12:00

Tað var ikki leingi, at Ståle Solbakken var uttan arbeiði, eftir hann varð koyrdur frá sum venjari hjá FCK fyri einum mánaði síðan. Nú hevur heimlandið heitt á hann at gerast nýggjur landsliðsvenjari.

Solbakken avloysir Lars Lagerbäck, ið er koyrdur til hús. Fyrrverandi FCK-venjarin tekur við starvinum longu frá 7. desember, greiðir norska fótbóltssambandið frá í einum tíðindaskrivi í dag.  

Ein treyt í sáttmálanum hjá Lagerbäck ger, at Solbakken kann seta seg í nýggja venjarastarvið longu komandi mánadag.

- NFF ynskir at takka Lars fyri arbeiðið, hann hevur gjørt fyri liðið. Í hansara tíð hava vit fingið eitt nýtt ættarlið av landsliðsspælarum, ið saman við teimum royndu leikararnum  brynjar okkum til framtíðina, sigur forsetin fyri norska fótbóltssambandið, Terje Svendsen.

- Við Lars við róðrið eru vit farin 40 pláss rætta vegin á FIFA-styrkislistanum. Vit vunnu okkara bólk í Nations League í 2018, og vit vóru ávegis at flyta upp nú í heyst, men tað eydnaðist okkum ikki at spæla okkum til EM-endaspælið komandi ár.

- Men hetta er eitt landslið, har pílarnir peika rætta vegin, ið Ståle nú tekur yvir og framhaldandi skal menna víðari, sigur hann.

Ståle Solbakken og norska fótbóltssambandið hava gjørt sáttmála fram til 2024.