Støðan hjá Fico støðug eftir skotálop

Í gjár seinnapartin frættist, at slovakiski forsætisráðharrin Roberto Fico var fyri morðroynd og stundisliga førdur á sjúkrahús.

Rúni Korsgaard
16. mai 2024 kl. 10:45

Fráboðanin í dag frá sjúkrahússtjóranum á Roosevelt Hospital er, at støðan hjá Fico er ”støðug tó álvarslig”. Eisini verður kunnað, at skurðurin vardi í fleiri tímar. Hetta skrivar Reuters.

Fico var raktur av fleiri skotum í gjár, teirra millum í búkin.

Brotsgerðarmaðurin, ið skeyt Fico, varð handtikin av løgregluni eftir álopið og er skuldsettur fyri morðroynd. Talan er um ein 71 ára gamlan mann, og sum sagt verður, er hann annaðhvørt rithøvundur ella yrkjari. Motivið hjá manninum er enn ikki staðfest, tó fleiri miðlar meta, at tað kann vera politiskt.

Brotsgerðarmaðurin kann fáa 25 ára fongsulsrevsing fyri gerðina.

Sum skilst, vænta læknarnir á Roosevelt Hospital, at Fico fer at koma við einum úttalilsi seinni í dag.