Støðan í Kherson, Ukraina: Leita nú eftir russlandsvinum

Ukraina hevur aftur tikið ræði á býnum, Kherson. Nú verður leitað eftir teimum sum hava hjálpt russum í býnum.

Fólk í gøtunum í Kiev, til Ukrainska tjóðardagin fyrr í ár. (Mynd: EPA)
Helgi Hildarson Hoydal
12. november 2022 kl. 14:18

– Øll vita hvørji tey eru, sigur ukrainski politikarin Sergej Rybalko við ukrainskar miðlar, skrivar norska kringvarpið.

Hann sipar til fólkini sum hava samstarva við russiska herin, seinastu átta mánaðirnar.

Gult og blátt aftur

Býurin hevur verið undir russiskum valdi síðan mars í ár. Í gjár vóru fólk á gøtuni og hátíðarhildu at tey hava vunnið býin aftur.

Tá forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenkyj, bar tíðindini um Kherson, flokkaðust fólk eisini í høvuðsstaðnum Kiev, fyri at gleðast saman.

– Í dag er ein søguligur dagur. Vit taka Kherson aftur, segði forsetin sambært Danmarks Radio.

Samstarvsfólkini

Norska kringvarpi skrivar, at fleiri av teimum sum hava stuðla Russlandi eru farin úr býnum. Millum annað fyrrverandi borgarstjórin í Kherson, sum hevur samstarva við Russland, fór úr býnum fyri tveimum vikum síðan.

Fleiri miðlar skriva at russlandsvinirnir longu eru farnir, og Russland hevur sett sær onnur mál.

Hóast tey eru farin, tvíhalda ukrainar um at tey fara at finna tey, og seta tey fyri teir dómstólar ið lógin staðfestir.

Tilvitað avgerð

Hóast fólk í Kherson hátíðarhalda at russar eru farnir, ávarar hernaðargreinari at tað er ein strategisk avgerð. Tað skrivar Danmarks Radio.

Tað er hernaðarserfrøðingurin Anders Puck Nielsen sum sigur at hesin sigurin skal takast við fyrivarni.

– Tað mest sannlíka er at tað er avtalað spæl millum russiskar og ukrainskar myndugleikar, sigur hann við danska kringvarpið.

Hann leggur stóran dent á, at russar eru farnir rímiliga friðarligt úr býnum, og tað hevur verið, eftir umstøðunum, friðarligt í býnum seinastu vikurnar.

Kríggi endar ikki her

Tað er einki sum týðir á at hetta verður endin á krígnum. Tað staðfesta bæði danski hernaðargreinarin og ukrainski uttanríkisráðharrin.

– Vit ynskja øll at kríggi endar sum skjótast, sigur uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, við Ritzau.

– Vit skulu vænta at kríggi heldur á. Tað er ikki nær við frið í landinum, og russar hava framvegis onnur mál í Ukraina, sigur Anders Puck Nielsen.