Stoltenberg: ’Finnland fer at gera Nato tryggari’

Innan fáar tímar fer finska flaggið at bleiktra í luftini frammanfyri høvuðssætinum hjá Nato í Bruxelles

Skjótt fær finska flaggið tí flaggleysu flaggstongina uttanfyri Nato høvuðssætið í Bruxelles.
Ragnar Sjúrðarson
4. apríl 2023 kl. 12:48

Í dag verður Finnland limað inn í verjusamgonguna Nato.

Tað sigur Jens Stoltenberg, sum er Nato aðalskrivari áðrenn ein fund við uttanríkismálaráðharrunum í Nato londunum.

Tað skrivar Ritzau.

-    Í dag er ein søguligur dagur, tí um fáar tímar fara vit at bjóða Finnlandi vælkomnum í Nato. Tað fer at gera Finnland og Nato tryggari, sigur Jens Stoltenberg.

Stutt eftir russisku inrásini í Ukraina søktu bæði Finnland og Svøríki um Nato limaskap, og við tí fær Vladimir Putin tað, ið hann minst ynskti sær, sigur Stoltenberg.

-    Hann ynskti minni Nato. Hann ynskti at hurðin skuldi steingjast fyri nýggjum londum til Nato. Nú fær hann eina víðkan av Nato. Og Nato nærri Russlandi.