Stór hernaðarvenjing við Føroyar

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil, fylgir við venjingini

Áki Bertholdsen
2. mai 2024 kl. 15:15

Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024 í Stavanger. Venjingin, sum verður á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík.

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar.

Landsstýrið boðar frá, at talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 10 skip, fimm kavbátar og átta flogfør, eru við í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Spania, Niðurlondum, Spania, Belgia, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar, sigur Landsstýrið.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki ímillum oyggjarnar, ella á firðum og sundum. Tað kann eisini henda, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn.

Tey, sum eru við í venjingini, halda seg til reglurnar hjá NATO um venjingar. Tað merkir, at tey skulu, í minst møguligan mun, at ávirka ferðsluna, og virksemi annars í økinum, tey venja í. Meginreglan er, at tann sum venur, skal víkja fyri ikki at ávirka fiskiskap, ella aðra sigling, og flúgving.

Hetta er triðja árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.