Stór venjing í gongd við Bíggjarvegin í Sørvági

Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst farin í gongd við Bíggjarvegin í Sørvági, við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum

Sigurjón Einarsson
20. september 2022 kl. 18:00

Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst farin í gongd við Bíggjarvegin í Sørvági, við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.

- Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingar økinum, har tað er nógvur roykur og nógv ferðsla. Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini, skriva løgreglan og Vága Floghavn í felagsskrivi.

Í samband við venjingina, so er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá klokkan 16.45 til 19.30, meðan venjingin er í gongd.