Stórsteypadystur á Tórsvølli sunnudagin

Vinnararnir í fjør bresta saman

Lena Hansen úr NSÍ og Eivør Klakstein úr KÍ dystast um bóltin í steypafinaluni í fjør. Sunnudagin kl. 16:00 fara somu lið at dystast um stórsteypið 2024 (Mynd: Sverri Egholm)
Tíðindaskriv - Lions Club / HD
21. mars 2024 kl. 10:00

Sunnudagin 24. mars klokkan 16:00 spæla kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ stórsteypadyst á Tórsvølli. Allur ágóðin, ið kemur inn frá dystinum, fer til Beran.

Menninir spældu sín stórsteypadyst herfyri og nú standa so kvinnurnar fyri tørni. Sum vant er talan um ársins fyrsta dyst millum føroyameistarar og steypavinnarar frá árinum fyri.

KÍ vann føroyameistaraheitið framman fyri NSÍ, sum tó í steypafinaluni vann júst á KÍ, og er hetta fjórða árið á rað, at hesi bæði liðini møtast í stórsteypadystinum.

Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity Shield”-dystir, so endamálið ikki bara er fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerðarendamál.

Hetta er eisini natúrliga orsøkin til, at stórsteypadystirnir í fótbólti eru eitt samstarv millum Lions Club og Fótbóltssambandið.

Berin fær ágóðan
Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina, og er talan er um bæði bólka- og samrøðutilboð.

Á tann hátt hava tey eisini størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

Berin vendir sær til børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin, børn og ung, sum hava álvarsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, sum hava mist barn.

Sum gjørt hevur verið síðstu árini, er upphæddirnar frá dystunum um Lionsbikørini í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti slignar saman, so talan verður um eina munabetri upphædd.