Stórur dramatikkur tá Dráttur vann steypafinaluna

Bónuskappingin kvinnur: Fleyr-Dráttur 2-3 (26-28, 25-23, 25-7, 21-25, 13-15 )

Flogbóltssamband Føroya
24. februar 2024 kl. 19:06

Lagt var upp til ein sera spennandi finalu millum Fleyr og Drátt. Nøkur ár eru síðani, at fleiri áskoðara hava verið til hesar finalurnar, so ljóðstigið var høgt í høllini.

Higartil í kappingunum í ár, er Fleyr einasta liðið, sum hevur megnað at vunnið á Drátti úr Vága kommunu, sum tó í seinastuni ikki hevur víst somu styrki sum fyrr á árinum.

Liðini  fylgdust mestum alt fyrsta sett, men Dráttur gjørdi ímóti endanum bart og vann 28-26.

Í øðrum settið dró Fleyr tíðliga frá Drátti. Hetta var tí Anja Danielsen var so væl uppløgd og ferð eftir ferð bankaði bóltarnar í gólvið.

Blokkurin hjá Fleyr riggaði eisini væl, so hóttanin frá sterku Terezu Kerpcarova vóru færri og minni, enn tær høvdu verið. Fleyr hevði ímóti endanum fimm settbóltar, sum Dráttur tó megnaði at yvirliva, men ein servufeilur frá Henrikku Jacobsen avgjørdi settið og so var 1-1.

 

Triðja settið gjørdist øðrvísi enn øll onnur, sum Dráttur hevur leikt í ár. Fleyr snøgt sagt avhølvaði Drátt, og úrslitið varð 25-7! Onki virkaði hjá Drátti, og tað tóktist, sum onkrar innanhýsis ósemjur darvaðu spælið. Thirza Beccea frá Fleyr stór sera sterk í myndini í triðja setti við eini røð av tryggum sterkum servum. Thirza er einans 16 ára gomul.

Fjórða settið var spennandi. Fleyr dró frá, men mitt í settinum svaraði Dráttur aftur. Tereza byrjaði at finna nakað av sínum stórspæli fram aftur, samstundis sum Fleyr hevði trupulleikar við blokkinum. Nakað ov orkuni hjá Fleyr bleiv brúkt uppá frustratiónir, sum til endans gav gult kort frá dómaranum. Dráttur vann settið trygt og fótaði sær harvið aftur eftir lemjandi triðja settið.

Eins og spátt av Andreas Zachau og Guðrun Joensen í upptaktini á Rás1 í Televarpinum bleiv neyðugt við einum javnbrótara fyri at avgera finaluna. Liðini fylgdust og munurin var ongantíð størri enn eitt stig, inntil Dráttur eftir eitt smasj frá Anju Danielsen tók leikbrá. Tá var støðan 7-5 til Fleyr.

Leikbráðið hjálpti og liðini skiftu síðu við støðuna 7-8. Dráttur helt leiðsluna til 9-11, tá Fleyr tók næsta leikbrá í settinum. Hetta hjálpti, tí eftir enn eitt smasj frá Anju, tók Dráttur leikbrá við støðuna 11-11.

Dráttur fekk settbólt eftir smasj frá Terezu, og eftir servu frá Jórunn E. Vang syrgdi Tereza sjálv fyri, at gera nýtslu av settbóltinum við einum smasji til úrslitið 13-15 og 2-3.

Dagsins leikari í dystinum var Anja Danielsen hjá Fleyr.