Stórur dramatikkur tá H71 vann U16 finalu

Steypafinala hondbóltur: Tað var neyðugt við longdari leiktíð og brotskastkapping

Myndir: HSF
HSF
16. februar 2024 kl. 22:40

Tað var grannauppgerð í steypafinaluni millum U-16 dreingir. Finaluluttakararnir í høllini á Hálsi í kvøld vóru dreingjalið hjá H71 og Kyndli, og tað var øgiliga spennandi.

Úrslitið var 44 – 42 til H71. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum, og so var tað neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir.

Tá stóð tað framvegis á jøvnum, og so varð finalan avgjørd við brotskastkapping, og tá varð úrslitið 44 -42 til H71 dreingirnar.

Hjartaliga tillukku H71!