Stórur klettur endaði á Kaldbaksvegnum

– Men eingin varð raktur, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
22. juni 2024 kl. 10:00

Tað hevur regnað illa og tá hendir tað seg ofta, at grót loysnar í fjøllunum og fer á rull.

Tað hendi eisini á Kaldbaksvegnum í gjár, einar 500 metrar innan fyri Sundsá, ímóti Havnini.

Løgreglan sigur, at har loysnaði ein stórur steinur, um eini 3-4 tons, úr hamrinum og rullaði oman á vegin og endaði á ovaru vegbreytini, har hann brotnaði í fleiri smærri petti. Men tíbetur kom eingin koyrandi akkurát tá, so eingin varð raktur.

Løgreglan fór á staðið at leiða ferðsluna uttan um grótið og eina løtu seinni kom fólk á staðið, so tey fingu rudda vegin aftur.