Ein stórur partur av Løgtinginum vil hava, at vit fáa vakmyndatól upp á støðum kring landið, har nógv fólk koma saman. Í Havn er talan um miðbýin, men aðrastaðni er tað eisini vanligt, at tað eru ávís støð, at fólk samlast.
Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól.
Sambandsflokkurin hevur skotið upp at Løgtingið skal biðja landsstýrið gera eitt uppskot um at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum, har nógv fólk samlast.
Tá ið landsstýrið hevur gjørt uppskotið, skal tað aftur leggjast fyri Løgtingið.
Og tað taka umboðini fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, og Fólkaflokkin í Rættarnevndini, undir við.
Tað er bara Miðflokkurin, sum er ímóti tí.
Løgreglan hevur óteljandi ferðir víst á, at tey høvdu ynskt sær, at vakmyndatólk vórðu sett upp ymsastaðni, har nógv fólk kemur saman.
Tað er bæði eitt amboð at uppklára brotsverk og tað hevur eisini eitt fyribyrgjandi tiltak.
– Tað eigur at vera trygt hjá vanligum fólki at ganga í býnum, siga tey í meirilutanum í Rættarnevndini.
Tey leggja afturat, at tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða fyri brotsverkum, og at gerningsfólk sleppa undan revsing.
– Hetta er ringt fyri rættarkensluna hjá offrunum og teirra avvarðandi, og vit skulu gera tað, vit kunnu, fyri at koma hesum til lívs, sigur meirilutin.
Tey vísa á, at sambært tølum frá løgregluni vórðu 106 mál um harðskap í 2022. Umleið helvtin av teimum hendu í náttarlívinum.
Í fimm av málunum vóru gerningsfólkini ikki funnin, men hesi málini kundu kanska verið uppklárað, høvdu vakmyndatól verið har um vegir.
Nógv tey flestu harðskapsmálini henda um náttina ímillum á midnáttt og klokkan sjey á morgni, og í flestu førum kenna brotsmaður og offur ikki hvørt annað.
– Tí kann tað vera ringt at finna fram til, hvør framdi harðskapin. Í slíkum førum kunnu vakmyndatól vera hent amboð hjá løgregluni, sigur meirilutin í Rættarnevndini.
Tey siga, at vakmyndatól eru eitt av fleiri amboðum til eitt tryggari náttarlív og sjálvsagt krevur tað strangt eftirlit við, hvør kann fáa atgongd til upptøkur frá vakmyndatólum á almennum støðum, umframt fyri, nær slíkar upptøkur skulu kunna takast í nýtslu.
Tá ið myndirnar eru brúktar, eiga tær at verða slettaðar.
Somuleiðis halda tey, at tað hevur stóran týdning at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at brotsverk verða framd.
– Tað skal vera trygt hjá fólki at ferðast í náttarlívinum, og hetta kann gerast við at fólk er til staðar í býnum sum kunnu vera við til at sissa fólk tá ið illstøður taka seg upp í náttarlívinum. Talan kann vera um durðavørðir, løgreglufólk, náttarravnar, og annað, siga tey.
Miðflokkurin sigur, at tey halda framvegis, at slík vakmyndatól gera ov stórt inntriv í privatlívið hjá føroyingum, sammett við, hvussu nógv lógarbrot væntandi verða uppklárað ella fyribyrgd.