Stórur meiriluti í Ríkisdegnum sigur ja til NATO

Svøríki er ikki longur eitt uttanveltað land

Ragnar Sjúrðarson
22. mars 2023 kl. 19:04

Ríkisdagurin í Svøríki hevur við eini atkvøðusgreiðslu við stórum meiriluta sagt ja til NATO limaskap. 

269 atkvøddu fyri og 37 í móti, skrivar svenska tíðindastovan TT.

Søguliga samtyktin hevur við sær, at Svøríki aftaná 200 ár ger upp við sína støðu sum uttanveltað land.

Svenska stjórnin fær harvið grønt ljós at fara uppí NATO, tá øll limalondini hava góðkent umsóknina hjá Svøríki.

Tað eru bert Turkaland og Ungarn, sum mangla at góðkenna Svøríki sum nýtt NATO land