Stórur munur á góðskuni á skundkanningum: Tann vánaligasta fangaði bara 2,5 prosent av teimum smittaðu

Skundkanningar – antigenroyndir – fanga millum 2,5 prosent og 94 prosent, vísur ein stór kanning av skundkanningum, ið eru góðkendar til danska marknaðin

Sigurjón Einarsson
16. februar 2022 kl. 11:38

Tað er stórur munur á, hvussu góðar skundkanningarnar – tær sonevndu antigenroyndirnar – eru til at fanga koronusmittu.

Tað skrivar dr.dk, nú ein nýggj kanning av 46 ymiskum skundkanningum er gjørd í Danmark.

Og skundkanningarnar sveiggja nógv í góðsku, tí tað vísur seg, at tann vánaligasta skundkanninginum bara fangaði 2,5 prosent av koronusmittu, meðan tann besta fangaði 94 prosent.

– Tað var rættiliga óvæntað, at skundkanningarnar kunnu vera so ymiskar í dygd, hóast tær eru av sama slag, sigur deildarlækni Uffe Vest Schneider á Hvidovre Hospital til DR.

Hann hevur staðið á odda fyri óheftu kanningini av teimum 46 skundkanningunum, sum Danske Regioner hevur tikið stig til at gera.

Tann besta skundkanningin vísti seg at vera Flowflex frá amerikanska framleiðaranum Acon, sum vísur seg at fanga 94 prosent av teimum smittaðu.

– Tað kom óvart á, at tað var ein heimakanning, har tú skalt pota ytra part av nasaholuni, sum vísti seg at vera tann besta skundkanningin, sigur Uffe Vest Schneider.

Hann hevði væntað, at ein skundkanning, ið er gjørd til at pota longri uppi í nøsina, vildi klára seg betur.

Kanningin vísti, at bert níggju út av teimum 46 kannaðu skundkanningum høvdu eitt viðkvæmi yvir 90 prosent.

90 prosent er, sambært Uffe Vest Schneider, markið fyri, nær ein antigenroynd er góð nokk. Tað merkir, at skundkanningin gevur eitt rætt úrslit í 90 út av 100 førum.

Til samanberingar fangaðu tær vánaligastu skundkanningarnar bara eitt sindur yvir tvey (2,5 prosent, red.) út av 100 førum.

Deildarlæknin leggur tó dent á, at ein skundkanning bert er eitt ískoyti til tær meira álítandi PCR-kanningarnar, sum verður tikin, um tað vísur seg, at ein skundkanning gevur eitt positivt úrslit.

Umleið 3.800 fólk tóku lut í kanningini av teimum 46 skundkanningunum.

Kanningin er, sambært DR, við at verða eftirmett av arbeiðsfelagum, áðrenn kanningin verður almannakunngjørd í vísindatíðarritinum, Journal of Clinical Virology.

/ritzau/

Allar tær 46 kannaðu skundkanningarnar, og hvussu tær kláraðu seg, síggjast her: