Nú verður tað alment váttað av Strandferðsluni, at skipini sleppa at sigla undir verkfallinum.
– Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant, sigur Strandferðslan í almennm boðum í kvøld.
– Strandferðslan fær sostatt undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.
Tað merkir, at Strandferðslan fer at røkja siglingina eftir vanligu ferðaætlanunum. Farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum, og farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm.
Sambært arbeiðarafeløgunum er koyringin hjá Bygdaleiðum, sum í mong ár til privatar busseigarar, umfatað av verkfallinum.
Strandferðslan hevur busseigararnar heitt á bussførarar um at siga frá um teir koyra ella ikki og úrslitið er, at sum nú er, eru tað nakrir fáir bussar hjá Bygdaleiðum, sum ikki koyra.