Styrki Fitness skal reka venjingarmiðstøðina í Páls Høll

Í dag hevur Vágs Kommuna og Styrki Fitness undirskriva leiguavtalu, ið hevur við sær, at Styrki Fitness fer frá november at reka venjingarmiðstøð á fyrstu hædd í Páls Høll

(Mynd: vagur.fo)
Sigurjón Einarsson
28. juni 2022 kl. 14:46

Vágs Kommuna sendi út fyrr í ár útboð til at reka venjingarmiðstøð.

Í samband við útboðið, so valdi kommunan at økja um økið, har venjingarmiðstøðin skal vera. Farið var frá einum økið á fyrstu hædd á 120 fermetrar til eitt økið á 240 fermetrar.

Tvey boð komu inn, og býráðið í Vágs Kommunu avgjørdi á býráðsfundi 31. mai 2022 at taka av tilboðnum hjá Styrki Fitness at reka venjingarmiðstøðina.

Styrki Fitness, við Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anita R. Nysted og Johannes S. Nysted, er ein lokal og ný stovna fyritøka. Sigurð Marner er sjálvur útbúgvin fysioterapeutur og hevur royndir at reka venjingarmiðstøð.

- Vágs Kommuna sær fram til gott samstarv við Styrki Fitness og vónar, at vágbingar og suðuroyingar taka væl í móti nýggju venjingarmiðstøðini, sum eftir ætlan letur upp november, skrivar Vágs Kommuna á heimasíðu sínari.

Kelda: vagur.fo

(Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs Kommunu, og Sigurð Marner Simonsen frá Styrki Fitness beint eftir, at avtala er skrivað millum partarnar. Mynd: vagur.fo)