Summarið er komið: Góður møguleiki fyri góðveðri allan juni mánað

Á veðurstøðini hava tey góðar vónir, hóast tað kann vera svikaligt at spáa um veðrið so langt fram

Eisini í Bø hevur veðrið verið gott. Myndin er frá Veðurstovuni
Áki Bertholden
5. juni 2023 kl. 16:29

Summarið er komið. Higartil hevur juni mánaði verið avbera góður og tey góðu tíðindi eru, at Veðurstøðan sigur, at tað er alt, sum bendir á, at vit fáa liggjandi góðveður allan juni mánað.  

Veðrið í Føroyum er eitt úrslit av eitt hátrýst hevur ligið sunnan fyri okkum í nakrar dagar. 

Veðrið hevur tí verið støðugt við lítlum vindi, hóast veðrið nær eitt summarhátrýst viðhvørt kann vera lumpisligt við támi, sirmi og mjørka. 

Veðurstovan sigur, at tíbetur er skýlagið uppi yvir okkum ikki tjúkt, og tí hevur sólin sæð í nógvum støðum kring landið, tá ið nakað er ligið út á fyrrapartin. 

Tað er serliga norðanfyri og eystanfyri, at sólin hevur verið nógv frammi, men sunnanfyri og vestanfyri hava tað verið løtur, ella dagar, har tað hevur verið samdrigið og mjørki.
Luftrákið hevur yvirhøvur verið vestaneftir, og skýggini fara í upploysn, tá ið tey reka í landnyrðing oman fyri fjøllini.

Veðurstovan sigur, at sum tað sær út nú, eru útlit til, at vit fara at hava hátrýstveður restina av juni. 

Leiðin, har lágtrýstini ferðast, er trýst norðureftir, úr Eysturgrønlandi ímóti norðara parti av Norðurlondum. 

Í løtum viknar hátrýstið eitt sindur, og tá kunnu veik brúgvaløg úr lágtrýstum fara framvið nær við Føroyar. Men um so verður, fara vit bert at fáa eitt sindur við lágum skýggjum og regni í støðum. 

Tí kunnu vit rokna við, at veðrið í juni fer at halda fram, sigur veðurstovan. Vit fara hava løtur ella dagar við sól, men eisini løtur við skýggjum, támi og mjørka í støðum – og í ringasta føri vera tað bara nakrir heilt fáir dagar við regni, men tað er als ikki vist. 

Síðst í mánaðinum fer luftrákið at vera sunnaneftir, og tá verður tað lýggj og slavin luft, sum fer at streyma ímóti okkum. 

Tá fara tað at vera fleiri skýggj oman fyri okkum og eisini tám og í støðum, mjørki.

Men  Veðurstovan bindur kortini um heilan fingur

– Men, tá ið vit tosa um veðrið, so er altíð eitt fyrivarni at taka. Vit vita øll, at óvissan veksur í forsagnunum, longri fram í tíðina vit fara, sigur Veðurstovan.
Hinvegin siga tey eisini, at tað er langt síðani at forsagnirnar boðaðu frá tí veðri sum er nú. 

Samstundis hava forsagnirnar verið rættiliga støðugar og tá minkar óvissan munandi. 

Hetta merkir, at sannlíkindini fyri góðum veðri restina av juni mánað eru góð, sigur Veðurstovan.