Sundalagið misti á stokkinum

07 Vestur javnaði við brotssparki, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin

Silas Eyðsteinsson vardi í kvøld málið hjá EB/Streymi ímóti sínum gomlu liðfeløgum í 07 Vestur. Hann var leigaður frá B36, har hann vanliga verjir málið á næstbesta liðnum
Jóannes Hansen
31. august 2023 kl. 21:11

Tað endaði 1-1, tá ið EB/Streymur í kvøld var gestur hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur er á fimta plássi við 31 stigum. Tað eru átta stig fram til Víking á fjórða plássi, og tað eru 11 stig aftur til EB/Streym, sum er á sætta pássi. Úrslitið ber eisini við sær, at tað eru átta stig frá EB/Streymi og aftur til niðurflytingarpláss.

Tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað soleiðis, at hvørgin parturin var nøgdur við javnleikin. Tað var ikki so undarligt. 07 Vestur var roknað at eiga favorittleiklutin á heimavølli, og teir í EB/Streymi mistu lítla løtu undan leikluti sigurin.

Talan var um lívliga uppgerð í Sørvági. Heimaliðið var meiri á bóltinum enn gestirnir, og 07 Vestur vann seg til fleiri góðar støður. Eitt nú vann 07 Vestur níggju hornaspørk, meðan EB/Streymur vann seg til eitt hornaspark.

Sigfríður S. Clementsen hevur leingi arbeitt við at finna røttu samansetingina av liðnum, og síðstu dystirnar hava avrikini víst, at tað sær gott út. EB/Streymur legði tilvitað stóran dent á væl skipað verjuspæl, og tað var tætt millum keturnar hjá gestunum. Og so vóru sundalagsmenn beinleiðis og vandamiklir, tá ið teir fóru í álop.

Tíggju minuttir undan steðginum legði EB/Streymur seg á odda, tá ið væl upplagdi vongverjin Bergur Poulsen við høvdinum setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið hjá Bergi, síðani hann í vetur flutti úr Víkingi og norður í Hólman á Eiði.

Leiðslan hjá EB/Streymi helt, inntil tað restaði ein minuttir. Báðir partar høvdu møguleikar, og eitt nú var Uros Stojanov fleiri ferðir um reppið at skora, og hjá EB/Streymi vóru teir báðir fremstu menninir – Filip Djordjevic og Bogi Reinert-Petersen væl upplagdir.

Teir 90 minuttirnir vóru um at vera farnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, tí hann metti, at talan var um hands í EB/Streyma brotsteiginum. Magnus Holm Jacobsen, sum fyri stuttum er komin aftur á liðið hjá 07 Vestur, har hann í kvøld gjørdi góðan mun á miðvøllinum, var ósvikaliga tryggur, tá ið hann úr 11 metrum setti bóltin í málið aftanfyri Silas Eyðsteinsson, sum í kvøld vardi málið hjá EB/Streymi. Hann var leigaður úr B36.

So var 1-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað heilt undirhaldandi, tí báðir partar løgdu nógv fyri í roynd eftir sigursmálinum.