Sunnvør avloysir Kristoffur

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu er nýggj forkvinna í P/F Firum

firum.fo
21. mars 2024 kl. 21:45

Kristoffur Laksá, sum ikki tók við afturvali. Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør sum forkvinnu. Hini í nevndini eru Turið Mørkøre, Niels Winther, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum varar av P/F Firum. Umframt val av nevndarlimum og góðkenning av ársroknskapi 2023 var framløga um virksemið hjá felagnum á skránni.

Viðtøkurnar vórðu eisini broyttar soleiðis at felagið nú eitur P/F Firum við hjánavninum Fiskaaling.