Svenska stjórnin fer at leggja størri dent á kjarnorkumegi

Svøríki hevur í dag eina veðurlagslóg, sum sigur at har hægst kunnu vera 10 kjarnorkuovnar í nýtslu í landinum. Hesa avmarkingina fer stjórnin at strika

Ragnar Sjúrðarson
9. august 2023 kl. 12:40

Svenska stjórnin er til reiðar at broyta landsins lóggávu fyri at kunna satsa uppá kjarnorkumegi komandi árini.

Tað sigur svenski umhvørvismálaráðharrin, Romina Pourmokhtari, á einum tíðindafundi í dag.

-    Umhvørvisbroytingarnar krevja eina tvífalding av elframleiðslu í teimum næstu 20 árunum, og kjarnorkumegi spælur ein avgerandi leiklut í at røkka okkara málum, sigur hon sambært Aftonbladet.

-    Stjórnin ynskir, at nýggj kjarnorkumegi svarandi til minst 10 vanligar kjarnorkuovnar, verður tikin í nýtslu í 2030`unum og 2040`unum.

Svøríki hevur í dag eina veðurlagslóg, sum sigur at har hægst kunnu vera 10 kjarnorkuovnar í nýtslu í landinum. Hesa avmarkingina ynskir stjórnin at broyta.

-    Í dag er tað forboðið at byggja kjarnorkuovnar onnur støð enn har teir longu eru. Harafturat kunnu tað einans vera 10 kjarnorkuovnar í landinum. Hetta eru avmarkingar, ið standa í vegin fyri eini nútímans sjón á kjarnorkumegi, sigur Romina Pourmokhtari.