Svenski uttanríkisráðharrin er skelkaður av koranavbrenning hjá Paludan

Leygardagin festi Rasmus Paludan eld í eina koran uttanfyri sendistovuna hjá Turkalandi í Stockholm. Hetta fekk avleiðingar fyri svenska verjumálaráðharran, sum skuldi vitja Turkaland í vikuni

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 09:58

Rasmus Paludan bleiv kendur í Danmark við millum annað at festa eld í heilagu skriftina hjá muslimum. Nú ger hann tað sama í Svøríki og leygardagin fekk hann loyvi at mótmæla uttanfyri turkisku sendistovuna í Stockholm.

Svenska løgreglan møtti mannsterk upp og sperraði økið av har koranavbrenningin hendi.

Hetta helt svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, lítið um og hann skrivaði soleiðis á Twitter:

-    Islamofobiskar øsingar eru skelkandi. Svøríki hevur víðgongt talufrælsi, men tað merkir ikki, at svenska stjórnin ella eg sjálvur stuðla hesum atburðinum.

Hóast svenska løgreglan møtti sterk upp við manningarvognum, løgreglughestum og sonevndum “dialogløgreglufólki”, so var kravgongan friðarlig.

Sum aftursvar var ein kravgonga frammanfyri svensku sendistovuna í Ankara, og har var boðskapurin frá turkisku mótmælisfólkunum, at koranin er teirra halgidómur og skal ikki nertast.

Hóast svenski uttanríkisráðharrin ikki tekur undir við kravgonguni hjá Rasmus Paludan, so leggur hann dent á, at hetta er ein partur av talufrælsinum í Svøríki.

-    Talufrælsið strekkir víða í Svøríki. At kravgongur sum hesar kunna koma fyri er eisini ein partur av okkara fólkaræði, segði svenski uttanríkisráðharrin við Expressen.

Turkaland og Svøríki hava frammanundan spent viðurskifti, tí Turkaland hevur lagt eina rúgvu av krøvum á borðið til Svøríki, fyri at góðtaka at Svøríki fær NATO limaskap.

Eftir hendingina bleiv tað kunngjørt, at Turkaland hevur avlýst eina vitjan frá svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson, sum annars skuldi vitja Turkaland í hesi vikuni.