Svenskur miðverji hevur skrivað undir við B36

Í fjør spældi hann í bestu svensku deildini

Mynd: B36
Jóannes Hansen
22. februar 2024 kl. 17:10

Nú fer tað av álvara at líkjast hjá Dan Brimsvík og hansara monnum í Gundadali.

Í dag veit árstalsfelagið hetta at siga:

B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør.

Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum.

Rönnberg vaks upp í Hammerby, men flutti undan kappingarbyrjan í fjør til Varbergs BoIS, har hann var skrásettur fyri 13 landskappingardystir í fjør.

Avtalan er galdandi fyri 2024.

Rönnberg er annar verjuspælarin, sum í vetur er knýttur at hópinum. Norski Thomas Rømo Lilo skrivaði undir sáttmála fyrr í januar.

Vit ynskja Vilmer J. Rönnberg vælkomnum í Gundadal gleða okkum til samstarvið, skrivar B36 í dag.