Sverri fer í morgin at kappast um gullið

Føroyski OL rógvarin luttekur um vikuskiftið í World Cup II stevnu í Lucerne

Mynd: Benedict Tufnell & Detlev Seyb / World Rowing
Jóannes Hansen
25. mai 2024 kl. 12:12

Síðsta vikuskiftið megnaði Sára Maria Johansen av Tvøroyri saman við bátsfeløgunum í danska 8-mannafarinum at vinna seg í OL kappingina í rógving.

Í Danmark var hetta stórt, tí tað er ongantíð áður eydnast donskum kvinnubáti í hesi støddini at vera við í OL kapping. Og sjálvandi er tað stórt, at føroysk kvinna hevur kvalifiserað seg at vera við í OL í kappróðri. Hetta er fyrsta ferðin, at føroysk kvinna verður við í OL kapprórði síðani 2008, tá ið Katrin Olsen var við í kappingini í Kina.

Síðsta vikuskifti kvalifiseraðu fleiri danskir bátar seg at luttaka í OL. Tá var einki at hoyra um Sverra S. Nielsen. Orsøkin var tann, at hann hevur fyri langari tíð síðani kvalifiserað seg at vera við í OL kappróðrinum. Tað vil siga, at tveir føroyingar vera um ólavsøkumundið við í OL kappróðrinum.

Sverri S. Nielsen luttekur nú um vikuskiftið í World Cup II stevnu í Lucern í Sveis, og tað hevur gingið væl. Í innleiðandi róðrinum og aftur í fjórðingsfinaluni endaði hann á øðrum plássi, og soleiðis var tað eisini nú fyrrapartin, tá ið hann var við í hálvfinaluni.

Finalan verður í morgin klokkan 13.13, og tá fer Sverri S. Nielsen at kappast ímóti Bulgaria, Niðurlondum, Anguilla, Týsklandi og Ný Sælandi. Tað ber til at fylgja við á Wolrd Rowing, sum stroymar frá kappingini.