Svøríki sigrar í stórum stíli

HM hondbóltur: EM vinnararnir staðfestu í kvøld, at teir teljast millum favorittarnar at verða heimsmeistarar

Jóannes Hansen
18. januar 2023 kl. 22:06

Honsbóltsfepurin er høgur í Svøríki, og í kvøld hækkaði hann eitt vet aftrat. Svøríki, sum í fjør vann EM finaluna, tók við sigri ímóti Ungarn í Scandinavium í Göteborg í kvøld enn eitt stig fram ímóti fjórðingsfinaluni. Svøríki skal spæla ímóti Íslandi fríggjakvøldið og sunnukvøldið ímóti Portugal. Um Svøríki vinnur annan av hesum dystunum, so hevur Svøríki tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.

Í kvøld vóru sviar av álvara í rætta lagnum, og áskoðararnir stórfagnaðu teimum. Hálvleiksstøðan var 18 – 14, og Svøríki vann 37 – 28.

Svenski málverjin Andreas Palicka, sum verður roknaður at vera ein tann besti í HM endaspælinum, var fínur, og Hampus Wenne var toppskjútti við 9 málum. Heimsstjørnan Jim Gottfridsson, sum skoraði trý mál, var aftur í kvøld sera eyðsýndur spælskipari.

Tað verður fylgt væl við í Danmark, hvussu tað gongur hjá Svøríki, og tað verður fylgt væl við í Svøríki, hvussu tað gongur hjá Danmark. Um annar av hesum báðum HM favorittunum snávar í einum dysti og harvið endar á øðrum plássi í miðbólkinum, og um hin av HM favorittunum vinnur sín bólk, so fara Svøríki og Danmark at hittast longu í fjórðingsfinaluni.

Frakland vann 35 – 24 ímóti Montenegro, og Spania vann 27 – 23 ímóti vertunum í Póllandi. Tapið ber við sær, at Pólland hevur ongan møguleika at spæla seg í fjórðingsfinaluna.

Tað sær út til, at Frakland og Spania sunnudagin fara at spæla um fyrsta plássið í bólkinum. Hvørjar tjóðir úr hinum bólkinum, sum spælir í Póllandi, fara at vinna seg í fjórðingsfinaluna fæst góð ábending um í morgin. Favorittar eru Týskland og Noreg, sum í morgin fer at spæla ímóti Serbia, sum framvegis hevur møguleika.

 

Í dag

Iran – Slovenia 21 – 38

Portugal – Brasil 28 – 28

Kili – Saudi Arabia 26 – 23

Frakland – Montenegro 35 – 24

Kap Verde – Ísland 30 – 40

Uruguay – Suðurkorea 30 – 37

Spania – Pólland 27 – 23

Svøríki – Ungarn 37 – 28 (18 – 14)

Svøríki : Hampus Wanne 9, Eric Johansson 6, Albin Lagergren 6, Felix Claar 5, Jim Gottfridsson 3, Niclas Ekberg 3, Oscar Bergendahl 2, Jonathan Carlsbogard 1, Lukas Sandell 1, Max Darj 1.

 

Í morgin

Kl. 14.30

Qatar – Holland

USA – Bahrain

Algeria – Norðurmakedonia

Kl. 17.00

Týskland – Argentina

Egyptaland – Belgia

Marokko – Tunesia

Kl. 19.30

Noreg – Serbia

Danmark – Kroatia