Í kvøld, sunnukvøldið, klokkan 19m hevur gospelkórið,Vox, konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Á konsertini fer Vox á hesum at syngja verkið, Gloria, eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari hjá Oslo Gospel Choir.
Sangirnir eru skrivaðir sum ein gudstænasta, ið tískil eisini hevur tey ymisku liturgisku liðini í eini gudstænastu við. Vit hoyra fjølbroyttan kórsang útfrá Kyrie, Gloria, Trúðarjáttan, Faðir Vár, signinigini, siga tey í tíðindaskrivi.
Vox framførdi sama verk í 2017 í trimum kirkjum, men hesa ferð verður bara hendan eina konsertin - og hon er ókeypis.
Vox er gospelkór, ið varð stovnað í nítiárunum og í árunum eftir tað, hevði kórið fleiri konsertir og sang á gudstænastum og á møtum í nógv ár. Eftir ein steðg fór kórið aftur til verka í 2017 og síðan hevur tað javnan sungið á ymsum tiltøkum. Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá vox og hann hevur stjórnað tí síðan 1998.