Tað doyggja fleiri menn av krabbameini í dag enn fyri 20 árum síðan

Nógv færri doyggja nú enn áður av hjarta- og æðrasjúkum, men fleiri mannfólk doyggja nú av krabbameini, enn fyri 20 árum síðan

Sigurjón Einarsson
9. juni 2022 kl. 14:57

Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, sum annars hevur verið mest vanliga høvuðsatvoldin, hvat vit í Føroyum doyggja av. Men hjá mannfólki er tað nú krabbamein, sum er nógv tann vanligasta deyðaorsøkin. Hinvegin er talið av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum nú farið niður í helvt, bæði hjá mannfólki og konufólki.

Av teimum tilsamans 363 deyðaorsøkunum í 2020, so vóru tað 167 tilburðir ella 46 prosent, ið stóðust av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum.

Verður hugt 20 ár aftur í tíðina, so vóru tað 227 tilburðir ella 65 prosent av teimum 348 deyðaorsøkunum í ár 2000, sum stavaðu av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum.

Tað skal havast í huga, at hesi 20 árini er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri fólki. Frá 2000 til 2020 er fólkatalið í Føroyum vaksið við 6.800 fólkum – 3.500 fleiri mannfólk og 3.300 konufólk.

Men her sæst, at deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji 1.000 mannfólk til 2,2, ið er ein munandi vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini minkaður úr 1,9 fyri hvørji 1.000 konufólk niður í 1,3, sum er ein munandi minking.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2020 er farin niður um helvtina av tí, hann var 20 ár frammanundan.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2020 er farin niður um helvtina av tí, hann var 20 ár frammanundan. Men deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji 1.000 mannfólk til 2,2, ið er ein munandi vøkstur.

Kelda: Hagstovan