Tað dregur saman í botninum

B68, EB/Streymur og ÍF eru nú í nánd av niðurflytingarstrikuni

Síðani Tummas Erling Djurhuus tók við TB venjarastarvinum, er tað av álvara farið at ganga rætta vegin
Jóannes Hansen
4. juni 2023 kl. 22:16

Hjá fýra teimum fremstu er ólavsøkuumfarið avgreitt. Tey hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 12 dystir.

Í dag vann TB á Eiði. Hetta var fyrsti sigur á útivølli hjá TB, síðani liðið síðsta heyst flutti aftur í bestu deildina.

Fyrstu umførini sá tað eftir stórtap í Klaksvík og í Gøtu illa út. Nú er farið at líkjast, og tað er møguleiki fyri, at tað eftir ferðina til Klaksvíkar og heimadystirnar ímóti AB og B68 fer at síggja soleiðis út, at TB verður omanfyri strikuna.

Næsta vikuskifti vera tveir lykladystir í botnstríðnum. Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av B68, og sunnudagin fer ÍF suður á Argir.

Í toppinum gerst tað alt meiri greitt, at tað vera KÍ og stóru feløgini í Gundadali, sum fara at vinna europeisku atgongumerkini, og so er spurningurin, hvussu tað verður hjá Víkingi, sum leygardagin fer vestur í Vágar. Um tað tá fer at eydnast heimaliðnum at vinna, so verður fjórða plássið, sum tey í Vágum leingjast illa eftir, ikki so langt burtur.

 

KÍ – AB 2-1 (1-0)

1-0: Claes Philip Kronberg 22.

2-0: Árni Frederiksberg br 66.

2-1: Viktor Benediktsson 86.

 

EB/Streymur – TB 0-1 (0-0)

0-1: Samudeen Musah 79.

 

ÍF – 07 Vestur 1-2 (0-1)

0-1: Uros Stojanov 9.

0-2: Jasper Van Der Heyden 49.

1-2: Dánjal á Lakjuni 90.

 

B68 – HB 0-2 (0-0)

0-1: sjálvmál 75.

0-2: Mikkel Dahl 81.

 

B36 – Víkingur 2-1 (1-1)

0-1: Géza Dávid Turi 25.

1-1: Valerijs Sabala 34.

2-1: Valerijs Sabala 75.

 

13

13

0

0

39

7

39

HB

13

10

2

1

35

6

32

B36

13

10

0

3

29

13

30

Víkingur

13

6

3

4

26

15

21

07 Vestur

12

5

1

6

19

19

16

B68

12

2

5

5

11

21

11

EB/Streymur

12

3

1

8

8

24

10

ÍF

12

3

0

9

12

26

9

TB

12

2

3

7

6

29

9

AB

12

0

1

11

3

28

1

Leygardagin 10. juni

KÍ – TB: Rúni Olsen kl. 17.00

EB/Streymur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

07 Vestur – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 13.00

HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

Sunnudagin 11. juni

AB – ÍF: Petur Reinert kl.