Tað er góður hýrur kring Tórsvøll

Báðir partar eru í stinnastu útgávu, nú B68 og HB hita upp til steypafinaluna

Jóannes Hansen
4. november 2023 kl. 16:11

Tað verður av álvara talt niður til ársins síðsta dyst í heimligu kappingini. Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í finaluni millum B68 og HB. Allir spælararnir eru tøkir, og HB liðið sær júst soleiðis út, sum tað varð roknað við.

Hjá B68 er tað eitt sindur ivasamt, um Alex Mellemgaard verður sentralur miðvallari, ella hann verður vongverji í vinstru, sum hann hevur verið seinastu ferðirnar, tá ið hann hevur spælt væl.

Enn eru ikki so nógvir áskoðarar at síggja á áskoðaraplássunum. Men tað er lív í HB húsinum og í hølunum, har teir mongu B68 fjeppararnar halda til.

 

B68 – HB kl. 17.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Sebastian Lau Nielsen, Bárður Ó. Jensen – Boubacar Dabo, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Jørgen Nielsen

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Hjalti Strømsten, Karstin Clementsen, Esmar P. Clementsen, Fríði í Túni Petersen, Villiam Emil Klein, Mohamed Samba

Venjari: Jákup á Borg

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Emil Berger, Matthias Præst, Dan í Soylu – Áki D. Samuelsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Jákup L. Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Dánjal Reginsson, Samuel Johansen Chukwudi

Venjari: Jákup Martin Joensen