Tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin – og at strika stuðulin til summar samfelagsbólkar

Nú er tíð upp á at samgongan vaknar upp til veruleikan, tí tað tykist sum um at tey eru í eini dreymaverð, siga arbeiðsgevararnir

Nú mugu hesi á fremsta bonki, vakna, siga tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 10:00

Verður hugt eftir politisku ætlanunum fyri komandi árini, er tað sum um at summi liva í einari dreymaverð: Vit skulu útbyggja okkara vælferðartænastur, gera ovurstórar íløgur í tunlar, og økja um almennu útreiðslurnar. 

Men samstundis skulu vit lækka skattin, stytta arbeiðsvikuna og fáa meira í løn. 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú í eini almennari ávaring við samgonguna.

Tey siga, at í tí serliga politiska veruleikanum sum er, tykist tað onkuntíð, sum vit kunnu fáa alt í senn.  Tí halda tey, at tað var sum eitt frískt lot tá ið Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, setti orð á veruleikan, sum øll onnur enn politikarar liva í, sigur Arbeiðagevarafelagið.

Tey sipa til, at landsstýriskvinnan staðfesti, at vit mugu raðfesta hvat vit vilja hava, tí vit kunnu ikki fáa alt í senn.

 – Verður hugt eftir politisku ætlanunum hesi næstu árini, tykist tað sum um at summi liva í einari dreymaverð, siga arbeiðsgevararnir. 

Tey vísa til ætlanirnar um at útbyggja okkara vælferðartænastur, samstundis sum at vit skulu gera ovurstórar íløgur í Suðuroyartunnil, og annað.

Men samstundis skulu vit hava skattalætta, arbeiðsvikan skal styttast og vit skulu hava meira í løn. Harumframt liva vit longri aftaná vit eru farin á pensión. 

Og alt hetta er í einari støðu, har haldføri ikki er í almenna búskapinum longu sum er.

– Men tað er tíð uppá at vakna upp til veruleikan og fara at raðfesta. tí skal alt hetta verða veruleiki, mugu vit eisini seta onnur tiltøk í verk so at vit ikki fáa trot á arbeiðsmegi, siga arbeiðsgevararnir. Hetta hevur serliga stóran týdning tá ið arbeiðsvikan verður stytt.

Arbeiðsgevararnir siga, at tað mest sjálvsagda at gera, er at hækka pensiónsaldurin. Vit liva alsamt longri, men vit hava bert gjørt heilt smávegis broytingar í pensiónsaldrinum, siga arbeiðsgevararnir.

– Hetta viðførir, at vit verða alsamt færri sum skulu fíggja útreiðslurnar sum tað almenna hevur, leggja teir afturat.

Tí eiga vit at taka arbeiðið upp aftur at gera eina fasta skipan fyri, hvussu pensiónsaldurin hækkar, so hvørt sum livialdurin hækkar. 

– Samstundis eigur at verða hugt uppá, hvussu vit gera tað meira lokkandi hjá pensionistum at arbeiða.

Men tey siga, at eisini onnur átøk kunnu gerast fyri at økja um arbeiðsmegina. 

Føroya Arbeisðgevarafelag vísir á, gevur slett onga meining, at fólk, sum arbeiða uttanlands, rinda lægri skatt enn tey, sum arbeiða í Føroyum. 

– Á henda hátt eggja politikararnir føroyingum at fara uttanlands at arbeiða, samstundis sum bæði tað privata og tað almenna, hava stóran tørv á starvsfólki, siga arbeiðsgevararnir.

Tað sama er við fiskavirkisskipanini hjá Als, har fólk fáa stuðul til at ganga heima, hóast tørvur er á starvsfólki aðrastaðni, bæði á øðrum fiskavirkjum og í øðrum vinnugreinum.