Tað er so sterkt at tað kann vera lívshættisligt at eta

Tað er eisini at fáa í Føroyum og tað hevur fingið Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at koma við eini ávaring

Áki Bertholdsen
20. november 2023 kl. 10:27

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av kipsi, sum er so sterkt, at tað kann beinleiðis vera lívshættisligt at eta

Talan er um Hot Chip Challenge, har posarnir viga trý gramm, og talan er um allar sendingarnar av hesum vørunum.

Orsøkin til ávaringina er, at kipsið er kryddað við einum av heimsins sterkasta kili. Tað verður eisini marknaðarført sum heimsins sterkasta kips.

At eta sera sterkt killi, ella kilivørur, kann elva til, at slímhinnurnar verða eymar, men tað kann eisini elva til kvalma, spýggju og sera økt blóðtrýst, sum í ringasta føri kann verða lívshæsttisligt, sigur Heilsufrøðilga Starvsstovan.

Tey, sum liggja innii við hesum, eiga antin at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað varð keypt.

Hevur eitt barn etið sterkt kili uttan at vísa tekin um eitran, er ongin orsøk at stúra. Men fær barnið álvarsom sjúkutekin stutt eftir, at tað hevur etið kilivøru sum Hot Chip Challenge, er tað best at seta seg í samband við lækna.