Livar Nysted boðar frá við tungum hjarta, at teir eru givnir at rógva

Veðrið er so vánaligt, at tað er ikki undirtøka fyri at halda fram við hesum slóðbrótandi túrinum

Áki Bertholdsen
14. september 2023 kl. 21:30

Nú er næstan ein mánaði síðani, at Livar Nysted, og sjey aðrir, løgdu frá landi við árabátinum, Hermoini, í Ny Fundlandi við tí endamáli at rógva útnyrðingsleiðina Norður um Amerika og vestur um í Íshavið

Men í kvøld boðar Livar Nysted frá, at teir gevast og venda aftur til Cambridge Bay Í Nunavut í Kanada, sum er 40 fjórðingar burtur.

Livar Nysted ásannar í einum videobroti, at lagið er ikki gott og at tað er við tungum hjarta, at hann gevst. Hann sigur, at veðrið hevur ikki verið til vildar og at veðurforsagnirnar eru vánaligar.

Tað eru 700 fjórðingar eftir at róga og sjálvur kundi hann hugsað sær at hildið fram. Men tað er ikki undirtøka fyri tí, tí tað er so nógv útliðið, at nakrir av manningini halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram. Og so er einki at gera enn at venda við. 

Men hann sigur, at teir vóru fullgreiðir yvir, at veðrið kundi verða vánaligt, so hann heldur ikki, at tað eigur at vera umberingin fyri at gevast nú. 

Argumentið fyri gevast er, at tað er ein spurningur um trygd hjá manningini. Sjálvur heldur hann, at tað kundi væl hugsast, at siglingarleiðin var opin leingi afturat og at tað fór at eydnast. Men hann ásannar at hepni hevur ikki verið við teimum og nú er ikki undirtøka fyri at halda fram.

Hann sigur, at nú verður báturin lagdur í vetur og so verður ein roynd gjørd aftur næsta ár. Men hann hann veit ikki at siga um hann verður við aftur, men tað fer hann at taka støðu til seinni.

Hann vónar at fólk skilja støðuna, tí tá ið manningin ikki er samd um at halda fram, er einki at gera.