Tað eru 165 bilar suður við Smyrli í morgun

– Tað verður rættiliga trongligt við bensinpumpuna í Vági nú seinnapartin

Áki Bertholdsen
9. juni 2024 kl. 11:40

Sum tey flestu vita, er tað bara í Suðuroy í øllum landinum, at bensin enn er at fáa.

Men eisini har fer at ganga undan, tíi gjárkvøldið varð tann fyrsta pumpan tóm, tað var, tann hjá Effo á Tvøroyri.

Pumpan hjá Effo í Hvalba er stongd í dag, so tað er bara hjá Effo í Vági, at bensin er at fáa í dag.

Tað hevur eisini ljóðað, at nógvir bileigarar norðan eftir, ætlaðu at gera sær ein sunnudagstúr til Suðuroyar í dag.

Í løtuni er Smyril á veg suður og Erland Mørkøre, skipari, sigur, at tað eru 165 bilar við suður.

Tað er nógv meiri enn ein vanligan sunnumorgun, kanska tríggjar ferðir so nógvir, ella meiri.

Tað er kanska ikki ringt at gita, hvat ørindini hjá teimum flestu bilunum eru. Tað er at bunkra bensin, so tað verður trongligt við bensinpumpuna hjá Effo í Vági nú seinnapartin.

Men í hesum sambandi minnir skiparin á Smyrli staðiliga á, at tað er ikki loyvt at hava bensin í dunkum umborð á Smyril.

Hann sigur, at í gjárkvøldið vórðu allir bilarnir, sum skuldu til Havnar við Smyrli, kannaðir, men tað gekk væl, tí eingin hevði dunkar við.

Hann sigur, at tá ið tey nærkast Suðuroynni nú eftir døgurða, fara ein boð í hátalaran á Smyrli um tað sama.

Bilarnir, sum skulu norður við aftur í kvøld, verða eisini kannaðir og hevur nakar bensin í dunkum, sleppa teir ikki við, og teir verða harafturat meldaðir til løgregluna, sigur Erland Mørkøre.

Hann sigur, at bilførarar hava loyvi til at nokta manningini hjá Strandferðsluni at kanna bilin, men teir bilførarar, sum gera tað, verða avvístir og sleppa heldur ikki við.

Hann sigur, at hetta er fyri trygdina umborð og tað verður tikið í størsta álvara.

Erland Mørkøre sigur, at Smyril hevur eisini ført nógvar bilar suður bæði fríggjadagin og í gjár og teir eru verri enn so allir farnir norður aftur.

So hann væntar, at tað verður rættiliga fult skip norður aftur til Havnar nú seinnapartin.

Er bara talan um persónbilar, tekur Smyril 200 bilar.