Tað eru 38 ár síðani seinast - men nú er hon er

Nýggja plátan verður at fáa hósdagin

Áki Bertholden
27. november 2023 kl. 08:40

Gamli, kendi bólkurin, Deiggj, hevur aftir givið nýggja plátu út. Tað er ikki á hvørjum degi at tað hendur, tí seinast, teir góvu lp - plátu út, var fyri samfullum 38 árum síðani, í 1985.

Allar pláturnar eru talmerktar við hond frá 1 - til 500 og harumframt fylgir ein ókeypis fløga við hvørjari plátu. 

Deiggj hevur í longri tíð arbeitt við at spæla inn eina nýggja plátu. Seinast bólkurin gav út eina lp var í 1985. Tó hevur bólkurin givið út fleiri stakløg hesi árini.

Á plátuni eru níggju løg og trý eru longu komin út sum stakløg. Fyrst kom lagið, Hví grætur tú, har Guðrun Sólja syngur saman við Fróða Vestergaard.

Hendan sangin valdi lurtarnir hjá KVF at vera næstbesta sang í Útvarpinum í 2022.

Seinni kom staklagið, Í Viðarlundini, sum Dennis Lave syngur og seinasta staklagið er sangurin, Kom lat okkum dansa, sum Fróði Vestergaard syngur saman við Jensinu Olsen, Guðrun Sólju Jacobsen, Barbaru á Tjaldrafløtti og Páll Holm Lave .

Á teimum flestu løgunum syngja limirnir í Deiggj kór, uttan á lagnum, Ein sangur til lívið, har Tróndur Enni eisini er við, og á lagnum, Elska Bara, er Benjamin Petersen eisini við sum kórsangari. 

Fyrsti sangurin á plátuni er Ein sangur til lívið. Tekstin eigur Jógvan Andreas Joensen og Jógvan Andreas hevur eisini, saman við Fróða, skrivað tekstin til sangin Kom lat okkum dansa.

Aðrir yrkjarar eru Malan Poulsen, Tummas Napoleon Djurhuus, Sívar á Seiðabergi og Fróði Vestergaard. 

Deiggj eru Fróði T. Vestergaard, Dennis Lave, Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Sverri Heinesen og Rani H. Christiansen.

Umframt omanfyrinevndu tónleikarar, spælir Benjamin Petersen banjo á lagnum, Kom lat okkum dansa, og Ondrej Skoumal úr Kekkia spælur synth á lagnum, Vetrarmorgun.