Tað eru serliga fólk í bestu árum sum eru arbeiðsleys

Tey, sum nærkast pensjónsaldri ery tey, sum eru frægast fyri

Áki Bertholdsen
23. apríl 2024 kl. 20:22

Sum vit skrivaðu í morgun, er arbeiðsloysið í Føroyum nú 1,1 prosent. Vit skrivaðu eisini, at arbeiðsloysið er fleiri ferðir so stórt í Suðuroy, sum tað er aðrastaðni í landinum.

Men tað er eisini ymiskt, hvussu fólk í ymsum aldursbólkum eru rakt av arbeiðsloysi. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at tað eru tey í aldursbólkunum ímillum 25 ár og 34 ár, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysi. Hjá hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið 1,6 prosent. 

Men samstundis sum at tað eru tey í bestu árum, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysi, eru tað tey, sum nærkast pensjónsaldri, sum eru minst rakt. Sum tað sæst í talvuni niðan fyri, er arbeiðsloysið hjá teimum 55 - 66 ára gomlu, 0,6 prosent.

Uppgerðin hjá hagstovuni vísir eisini, at 34 fólk, ella 8,5 prosent av teimum arbeiðsleysu, eru langtíðararbeiðsleys.

Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í meiri enn eitt ár. Hóast tað eru seks fólk fleiri enn í fjør, er tað 1,1 prosentstig minni enn í fjør, tí arbeiðarafjøldin er vaksin í tali.

Tey flestu, sum eru arbeiðsleys nú, hava verið arbeiðsleys í 30 til 89 dagar, sigur Hagstovan.