Tað gekk akkurát ikki hjá Aalborg

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel vunnu bronsu í europeisku meistarakappingini

Jóannes Hansen
9. juni 2024 kl. 20:21

Stóra europeiska finaluvikuskifti hjá hondbóltinum er av.. Í gjár vann Aalborg Håndbold seg í finaluna við sigri ímóti SC Magdeburg, sum er stinnasta liðið í Týsklandi, og Barcelona vann seg í finaluna ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel.

Tí var í dag talan um týska uppgerð um bronsukrónurnar, og nú riggaði tað væl betur hjá THW Kiel, enn tað gjørdi í gjár. Kiel vann 32 – 28. Leikluturin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var ikki so stórur í dag. Hann var ikki millum teir fyrstu á vøllinum, og tá ið tað leingi gekk so sera væl, so var tað ikki fyrr enn tað restaði eitt lítið korter, at Elias Ellefsen á Skipagøtu varð skiftur inn. Hann skoraði einki mál í dag.

Í kvøld var øgiliga spennandi finala millum Barcelona og Aalborg Håndbold. Barcelina vann 31 – 30, og tað var so spennandi og dramatiskt, sum tað ber til at ímynda sær.

Í finaluni í Köln vóru fleiri áhugaverdir lutir. Ein var, at tað var dystur millum donsku landsliðsmálverjarnar Niklas Landin í Aalborg og Emil Nielsen í Barcelona, og ein annar var, at hetta var síðsti dystur hjá Mikkel Hansen fyri Aalborg Håndbold. Hann hevur boðað frá, at hann nú fer at gevast við at spæla hondbólt. Hann dylur ikki fyri, at hann vónar at sleppa upp í part í OL endaspælinum, sum um mánaðarskiftið juli/august verður í París. Í donsku miðlunum hevur verið sett spurnartekin við, um hann er longur nóg góður at spæla á landsliðnum. Í dag var avrikið hjá Mikkel Hansen so mikið sannførandi, at hann við átta málum var toppskjútti og styrkti um sína støðu í kappingini um tey 14 plássini á danska OL liðnum.