Tað plagar at koma nógv ferðafólk til Nólsoyar um summarið, men korona var eitt bakkast, tí tá kom ordilgur stígur í, sum so nógva aðrastaðni eisini.
Tað sigur Anja Hartmann Wardum, leiðari á visit Nólsoy, leiðari á kunningarstovuni í Nólsoy.
Hon sigur, at síðani koronufarsóttin hæsaði av, er talið á ferðafólki aftur farið at vaksa, men enn eru tey ikki komin upp á sama ferðafólkatal sum áðrenn koronu.
Hon sigur, at tað er ómøguligt at siga, hvussu nógv ferðafólk eru í Nólsoy, tí tað eru eisini heilt nógv fólk, sum koma til Nólsoyar í báti, men hon heldur at tað gongur tann rætta vegin nú.
Summarið byrjar nú
Summarið í Nólsoy plagar at byrja í apríl og mai við at tað koma nógvir barnagarðar og flokkar út til Nólsoyar, bæði á dagtúrum og á seturskúla.
Og longur út á summarið eru tað eisini nógv arbeiðspláss, sum fara starvsfólkatúrar til Nólsoyar.
– Tá tey gista í Nólsoy, er tað í Royndarhúsinum, sum er bygdarhúsið mitt í bygdini, og sum liggur beint við fótbóltsvøllin og handilin, sigur Anja Hartmann Wardum.
Og haðani er tað heilt stutt oman í mølina, har børnini plaga at hava stóran stuttleika í at vassa og fanga krabbar, leggur hon afturat.
Men tey hava eisini nøkur summarhús til leigu, sum kunningarstovan umsitur, og eisini eru onkur privat, sum leiga út til ferðafólk.
Í Nólsoy er nógv hjá ferðafólki at síggja, sigur Anja Hartmann Wardum. Hon sigur, at útlendsk ferðafólk eru áhugað at hoyra søgur og at sleppa inn í søvnini tey hava í bygdini. Og har eru tvey søvn, nevniliga Húsini við Brunn, sum er fornminnissavn, og Ovasavnið, har bátinum hjá Ova Joensen, stendur.
Anja Hartmann Wardum sigur, at tey skipa eisini fyri túrum runt í bygdini við ferðaleiðara, har tey eisini vitja á hesum søvnum. Hon sigur, at hetta er ein túrur, sum tekur umleið tveir tímar.
Sum nakað nýtt í ár fara tey eisini at skipa fyri túrum við ferðaleiðara suður á Borðina og suður í Dalar. Hetta eru túrar, ætlanin er at gera hvørja viku í juni og juli mánaða. Hesin túrurin tekur fimm - seks tímar, men fyri ein stóran part er tað fram eftir sløttum.
Eisini verður eitt nýtt heimablídni í Nólsoy í ár har tey skipa somuleiðis fyri ymsum túrum - og eitt annað heimablídni er tað hjá Maud.
Og tað er eisini sjálvsagt at støkka inn á gólvið í Maggies. Har ber til at fáa ein bita og ofta skipa tey eisini fyri konsertum um kvøldarnar.
Men vilt tú hava okkurt lætt, ella søtt aftur við einum drekkamunni, hava tey eisini Neystkafé´ina, sum er í sama húsi, sum kunningarstovan.
Og so sjálvandi eisini drunnhvítatúrarnir við Jógvani Thomsen og somuleiðis er Vevstovan hjá Guðrun Sundar eisini opin eftir avtalu.
Heimavirkið er opið um summarið frá 1. juni, og Matvørubúðin er opin allan dagin.
Annars ber altíð til at venda sær til kunningarstovuna.