Tað gongur væl, men tað er ikki útselt

Tað eru flest føroyingar, sum fara til USA, men tey vilja eisini hava amerikanarar hendavegin

Áki Bertholdsen
26. mai 2023 kl. 13:49

Nú eru nakrir dagar síðani, at Atlantsflog fór undir at selja ferðaseðlar til USA, sum er eitt spildurnýtt ferðamál hjá føroyska flogfelagnum.

Jóhanna á Bergi sigur, at tað er stórur áhugi hja føroyingum at fara til USA. 

Vit eru nøgd við søluna, men tað er ikki útselt enn, sigur hon. 

Hon sigur, at tey allarflestu, sum skulu flúgva tvørtur um Atlantshav við Atlantsflogi, eru føroyingar, sum vilja sleppa til USA.

Men tað er eisini nakað av amerikanarum, sum koma hendavegin. 

Hon sigur, at nú er longu nakað útliðið, men í næstum fer Atlantsflog undir eitt átak í USA fyri at fáa fleiri amerikanarar til Føroya.

Atlantsflog flýgur til USA týsdagar frá 22. august til og við 4. oktobur og hvør túrur tekur sjey tímar

Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York. 

Men so verður flúgvingin tikin upp aftur í vár og næsta heyst.

Tá ið ein tíð er farin, verður støðan eftirmett. Men ætlanin er at flúgva alsamt fleiri túrar, alt eftir sum eftirspurningurin er – og sum heild er endamálið, at Atlantsflog skal flúgva upp á USA alt áriðm sigur stjórin.