Tað koppaði ikki okkara veg

Eitt brotsspark skilti partarnar, tá føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið tapti 1-0 fyri Grikkalandi á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta

Myndir: FSF/Maria Vergeti
FSF/Hans Erik Danielsen
5. apríl 2024 kl. 22:45

– Eg eri sum heild væl nøgd við stórar partar av dystinum. Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.

Tað sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum fríggjakvøldið spældi fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025.

Føroyar løgdu fyri á útivølli móti Grikkalandi, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimakvinnurnar. Einasta málið í dystinum skoraði Veatriki Sarri við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

– Vit høvdu møguleikan at leggja okkum á odda, tá Ásla (Ásla Johannesen, skriv.) royndi seg við góðum skoti. Men tað koppaði tíverri ikki okkara veg í dag, sigur Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum er longu týsdagin, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica. Fríggjadagin vann Montenegro 6-1 á heimavølli móti Andorra.