- Tað ræður um at binda kommununa saman

Tað er ikki bara sum at siga tað at stýra einari so stórari kommunu, siga Susan og Finn Larsen, sum eru tilflytarar í stóru kommununi

Sveinur Tróndarson
10. november 2020 kl. 14:38

- Her er øgiliga gott at vera og vit trívast væl.

Tað siga tey bæði, Susan Larsen, sum arbeiðir sum fysioterapeutur í Havn, og Finn Larsen, sum er sjómaður.

Tey eru tilflytarar til kommununa, hon er úr Suðri og hann er dani, og tí hava tey ikki nakað tilknýti til staðið. Tí síggja tey kanska eisini valið við eitt sindur øðrvísi brillum enn tey, sum hava tilknýti til staðið.

Tey festa seg við, at kommunan er øgiliga stór í vavi, og at tað tí hevur týdning at fáa ein felags samleika. Tað fekk kommunan við navninum, sum varð broytt, tá bygdirnar løgdu saman í eina kommunu, men spurningurin er um tað er nokk.

- Fyri meg hevur tað týdning, at man arbeiðir fyri at fáa ein felags samleika fyri alt økið. Tað er ein avbjóðing, tí kommunan er so stór og spennir so vítt, sigur Finn Larsen.

Saman við konuni fegnast hann um, at kommunan hevur sett eina bussskipan upp á beinini, so børnini kunnu koma trygt úr einari bygd í aðra.

- Vit búgva á Oyri, og fyri okkum er tað gott, at børnini kunnu fara við bussi í skúla, sigur Susan Larsen.

Hon fegnast eisini um, at kommunan hevur sett ymiskt í gongd á Oyri og eisini í hinum bygdunum, tí tað má til, um øll skulu kenna seg sum ein part av kommununi.

Nú er skúlin útbygdur og ítróttarhøll er bygd, og tað liggur við Streymin. Akkurát tað má vera so, halda tey. Men tað hevur stóran týdning at tryggja, at allar 11 bygdirnar hava ognarskap í kommununi.

Tey búðu í Havn áðrenn tey fluttu higar, og nú tey hava búð her í nøkur ár, fegnast tey um avgerðina at flyta. Og Susan Larsen hevur eitt serligt herðaklapp til Sunda kommunu.

- Vit hava kent okkum vælkomin frá byrjan. Tað var sera hugaligt at fáa ta móttøkuna, sum vit fingu og tað sambandið sum vit fingu við tey alt fyri eitt. Í so máta var tann móttøkan nógv betur enn hon var í Havn, sigur Susan Larsen.