Tað varð ikki so dýrt hjá Runavík at missa russisku skipini

Inntøkan er minkað, men ikki so nógv, sum tey stúrdu fyri

Áki Bertholdsen
16. apríl 2024 kl. 09:30

Tað varð ikki so stór vanlukka, sum tey stúrdu fyri í Runavík, at russisk skip ikki longur sleppa at leggja at har. Tað sigur Runavíkar kommuna, nú tey hava gjørt úrslitið hjá Runavíkar havn fyri í fjør, upp.

Tey siga, at inntøkan varð nakað minni árini frammanundan, men tað høvdu tey eisini væntað eftir at havnirnar vórðu stongdar fyri russiskum skipum.

Í fjør vóru inntøkurnar hjá Runavíkar Havn góðar 21,7 milliónir, ella 1,8 milliónir minni enn í 2022.

Runavíkar Kommuna sigur, at inntøkan hjá Runavíkar havn var á áleið tann sama í fjør sum hon var í 2018, ella slakar 19,9 milliónir, men avlopið er kortini góðar níggju milliónir.

Tey høvdu kortini væntað ein størri afturgongd, men tey hava havt framgongd á øðrum økjum og tað hevur vigað nakað væl upp ímóti missinum av russisku skipunum.