Tað verður neyðugt at hava tvey skip í suðuroyarsiglingini

– Men landsstýrismaðurin heldur kortini ikki, at tað var eitt mistak at senda Herjólf av landinum aftur

Áki Bertholdsen
24. mars 2024 kl. 09:47

Tað verður týðiligari og týðiligari, at ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina, ikki er nøktandi. Tað hendir seg ikki so sjáldan, at Smyril ikki klárar at halda ferðaætlanina, tí tað er so nógvur farmur at flyta. Samstundis hendur tað seg heldur ikki so sjáldan, at teknisk brek eisini darvað siglingini.

Hósdagin misti Smyril tveir túrar av tekniskum breki og avleiðingin var, at bæði farmur, bilar og ferðafólk, hópaði seg upp.  Og fríggjamorgunin hendi tað so, at einir 50 bilar stóðu eftir, tá ið Smyril legði frá landi á Krambatanga

Smyril røkir siglingina einsamallur, men nøgdin á farmi og talið á ferðafólki, er so nógv økt, at tað verður truplari og truplari hjá honum at klára tað.

Samstundis sum at nøgdin á farmi veksur, og talið á ferðafólki økist, eldist Smyril eisini í hvørjum og avleiðingin av tí er, at alt talar fyri, at tað verður alsamt styttri ímillum tey teknisku brekini. Samstundis krevur hann alt meiri viðlíkahald so hvørt hann eldist.

– Tað er púra greitt, at tað verður neyðugt at bøta um ferðasambandið til og úr Suðuroynni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

– Fremsta politiska endamálið hjá okkum er at fáa gongd á Suðuroyartunnilin og í hesum sambandi leggja vit størsta dentin á at fáa uppskotið um at gera hann, fyri Løgtingið í heyst, sigur landsstýrismaðurin. 

Men tað tekur átta-níggju ár at gera tunnilin og tað verður neyðugt at vit eisini hava eitt nøktandi ferðasamband ímeðan vit bíða eftir tunlinum.

Og hann sigur, at tað verður alsamt greiðari, at tað verður neyðugt at útvega eitt skip afturat til suðuroyarsiglingina fyri at hava eitt nøktandi samband.

– Seinni í heyst verður Smyril 19 ár, men vit koma at dúva upp á ferjusamband í átta, níggju ár afturat til tunnilin kann takast í brúk. 

– Og í hesum sambandi er tað ikki ein varandi loysn av hava Smyril siglandi einsamallan, sigur landsstýrismaðurin. Tí verður neyðugt at útvega eitt skip afturat, leggur hann afturat.

Vit høvdu eitt skip, íslendsku ferjuna, Herjólf, men tað fór av landinum aftur, men Dennis Holm heldur ikki, at tað var eitt mistak at lata hann fara.

– Herjólfur var ein dýr loysn, tí hann kostaði 35 milliónir um árið. Men kundi bara brúkast til farmaflutning, staðfestir Dennis Holm.

Men tá ið vit tosa um at fáa eitt skip afturat, hugsa vit um eitt skip, sum bæði kann brúkast til farmaflutning og til ferðafólkaflutning. Tað hevur stóran týdning, at skipið kann brúkast til bæði endamálini, sigur hann.

Hann sigur, at hetta er málið, sum hevur fremstu raðfesting beint nú - afturat arbeiðnum at fáa gongd á tunnilin. 

Av tí, at fígging ikki er til endamálið, er tað greitt, at tað verður ikki í ár, at eitt skip verður útvegað afturat.

Men hann sigur, at nú verður arbeitt fyri at fáa politiska undirtøku fyri tí og at fáa undirtøku fyri at útvega fígging til endamálið. 

Í løtuni verður annars arbeitt við at fáa eina bíleggingarskipan, har tað skal bera til at bíleggja pláss til bil við Smyrli á internetinum. Samstundis verður arbeitt við at samskipa farmaflutningin, so at hann verður útjavnaður á fleiri túrar.

Hetta fer at bøta um støðuna, sigur Dennis Holm.