Tað verður nógvur vindur í alla nátt

Á middegi í morgin verður veðrið munandi frægari, enn tað verður í nátt

Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 19:26

Tað er nógvur vindur, og veðurstovurnar siga, at vindurin næstu tímarnar fer at vaksa.

Sambært DMI verður vindurin hvassur fram til klokkan 7 í morgin. Fram til tá verður roknað við fleiri enn 37 metrum um sekundið í hvirlunum. Hann er útsynningur í ættini.

Føroyska veðurstovan segði við Dag og viku í kvøld, at ein kuldabrúgv nú er yvir Føroyum, og tá ið hon er farin framvið, fer vindurin at minka.

Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er ferðslan á bæði sjógvi og landi rakt og seinkað og avlýst. Fyrrapartin og fram ímóti middegi í morgin fer vindurin at minka, og tá fara bussarnir aftur at koyra. Hvussu tað verður við ferðaskipunum er eitt sindur ymiskt frá einari rutu og til eina aðra.

Fyrrapartin í morgin verður tað fitt av avfalli. Hitin verður umleið 4 stig, og tað verður væl av avfalli fyrrapartin.

Flogferðslan er eisini tarnað av illveðrinum. Tvey flogfør fóru úr Føroyum í dag. Flogfarið til Gran Canaria fór avstað klokkan 7.38 í morgun, og flogfarið til Keypmannahavnar fór úr Vágum klokkan 13.03. Tvey flogfør vóru ætlað at lenda í Vágum í dag, men tey eru bæði avlýst. Annað – tað úr Gran Canaria – var ætlað at lenda klokkan 19.05 – og hitt – tað úr Keypmannahavn – var ætlað at lenda klokkan 19.20.

Tað verður ætlað, at flogfarið úr Gran Canaria fer at lenda klokkan 14.00, og at flogfarið úr Keypmannahavn fer at lenda klokkan 11.10 í morgin.

Í morgin fara annars trý flogfør úr Føroyum – tvey til Keypmannahavnar og eitt til Oslo – og trý flogfør eru sett at lenda í Føroyum, umframt tey bæði ið eru útsett frá í dag. Eitt er sett at koma úr Oslo og tvey úr Keypmannahavn.