Tað verður nokk einki gjørt fyrr enn ein álvarslig vanlukka er hend

 – Hetta er eitt vegastrekki, sum er sera vandamikið, tí har koyra so nógvir bilar

Vegastrekkið við Leynatúnnilin er sera vandamikið, men enn er óvist, nær nakað verður gjørt við tað. Myndin er frá Google
Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 11:50

Vegurin báðumegin Leynatunnilin er sera vandamikil. Tað staðfestir Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí hevur hann spurt Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum um nøkur ætlan er um at bøta um ferðslutrygdina har um vegir.

Hann vísir á, at ljósið í tunlinum er ikki nøktandi, tí har er so myrkt, at tá ið bilførarar koma úr bjartari sól, inn í ein myrkan tunnil, eru teir púra blindir teir fyrstu metrarnar inni í tunlinum.

Í ringasta føri kann hetta vera orsøkin til eina vanlukku, sum annars kundi verið fyribyrgd, sigur hann.
Harafturat er vegastrekkið frá Leynatunlinum oman ímóti Kollafirði, eisini vandamikið fyri bilførarar. 

– Tað hendur seg ofta, at seyður rennur tvørtur um vegin, sigur Jóhannis Joensen.

Hann sigur, at ávarað er um hetta fleiri ferðir, men kortini er enn einki gjørt fyri at tryggja leiðina. Hann vísir á, at hetta er ein høvuðsvegur til og frá flogvøllinum so har koyra rættiliga nógvir bilar.

Tí heldur hann, at tað eigur at verða stikað fram við vegnum fyri at forða fyri, at seyður sleppur á vegin.

Men hann helt turrisliga fyri, at tað hendur nokk einki fyrr enn ein álvarslig ferðsluvanlukka er hend.

Dennis Holm sigur, at stig eru til at bøta um ljósviðurskiftini í tunlinum og nýggj ljós eru bíløgd.

Hann ásannar eisini, at vegastrekkið frá tunlinum, oman ímóti Kollafjørði er vandamikið og at har henda nógv óhapp. Hann staðfestir samstundis, at ein meting hevur víst, at í umleið einum triðingi av óhappunum hevur seyður gingið á vegnum.

Hann vísir eisini á, at hesi seinastu árini er játtanin hjá Landsverki til ábøtur á vegakervið, munandi skerd, men at endamálið er at hækka játtina.

Ein partur av tí er at stika framvið ávísum vegastrekkjum, men tað er eisini ein spurningur um, hvat Landsverk fær gjørt við játtanini, tey hava. 

Jóannis Joensen heldir, at Landsverk átti rætt og slætt at havt eina serstaka játtan til at stika fram við vegnum.