Tað verður stórur dagur í Funningi nú fríggjadagin

Talan verður um Cruise á ein burðardyggan hátt

Jóannes Hansen
16. mai 2023 kl. 20:27

Nú fríggjadagin, 19. mai, fer cruiseskip at vitja í Funningi, har bygdarfólkið og Visit Runavík og Runavíkar havn av álvara fara at spíla seg út.

Runavíkar havn skrivar soleiðis:

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Funningi og í Elduvík um at menna ein leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men er nú komið á mál og vitjaninar verða skipaðar til frama fyri allar partar. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í hvørjari bygd.

Fríggjadagin 19. mai vitjar ferðamannaskipið Ocean Adventurer í Funningi. Hetta sama skip vitjaði eisini í fjør, og var hetta fyrsta skipið, sum vitjaði bygdina. Vitjanin var so væl eydnað, at reiðaríið bílegði alt fyri eitt pláss aftur í ár.

Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Cruisetoymið, ið er samansett av fólki í Funningi, Runavíkar Havn og Visit Runavík, er sera spent og til reiðar at taka væl ímóti bæði ferðafólkum og manning.

Ymiskt verður at uppliva hendan dagin, m.a. verður kafé og søla av minnislutum í skúlanum, sálmasangur og vitjan í kirkjuni, søgulig framsýning í Ólvustovu, spákingartúrar í bygdini við ferðaleiðara, føroyskur dansur í dansistovuni og gongutúrar niðan á Hvíthamar og Slættaratind við lokalum ferðaleiðarum. Harumframt vera ASK ME- fólk í bygdini til reiðar at hjálpa og leiðbeina.

Ocean Adventurer er 100 m langt og umborð eru umleið 100 fólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 17.00. Fyrsti bátur kemur inn á lendingina kl. 8.45. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship, skrivar Runavíkar havn í dag.