Tað verður stúgvandi fult í Parkini

Einasta norðurlendska felagið, sum hevur møguleika at vinna seg í Champions League bólkaspælið, er FCK

Jóannes Hansen
30. august 2023 kl. 14:27

Í kvøld klokkan 20 verður í Parkini í Keypmannahavn dysturin, sum fer at gera av, um nakað norðurlendskt fótbóltsfelag fer at vinna seg í Champions League bólkaspælið. FCK fær vitjan av Rakow úr Póllandi. Týskvøldið í síðstu viku vann FCK 1-0 á útivølli.

FCK hevur fimm ferðir áður verið í bólkaspælinum fyri meistaralið, men hetta er fyrsta ferðin, at felagið hevur møguleika at vinna seg so langt tvey kappingarár á rað.

Áhugin fyri grannauppgerðini millum danska og pólverska meistaraliðið í kvøld er so mikið stórur, at øll atgongumerki eru seld. Tað er útselt í Parkini, har tað er pláss fyri 38.065 áskoðarum. Tá ið talan er um so stóran altjóða dyst, sum tað verður í kvøld, so er áskoðaratalið av trygdarávum nakað lægri.

Øll hini norðurlendsku meistaraliðini eru varpað úr meistarakappingini. Tað síðsta var Molde, sum í gjárkvøldið tapti í Istanbul ímóti Galatasaray, og sum nú fer at luttaka í Europa League bólkaspælinum.

Tað næstsíðsta var KÍ, sum tapti ímóti Molde, og sum í annaðkvøld á útivølli í Tiraspol fer at kappast við FC Sheriff um, hvat av hesum báðum feløgunum fer at halda fram í Europa League, og hvat av teimum fer at spæla í Europa Conference League bólkaspælinum.

Áðrenn KÍ og Molde hittust, hevði KÍ varpað svenska meistaraliðið BK Häcken úr meistarakappingini, og Molde hevði varpað finska meistaraliðið HJK Helsinki úr meistarakappingini.

Íslendska meistaraliðið Breiðablik við Klæminti A. Olsen í hópinum tapti í øðrum umfari ímóti FCK, sum vann 2-0 í Kópavági og 6-3 í Parkini í Keypmannahavn.