Talið á fátækum føroyingum stendur í stað

Tað er serliga ein aldursbólkur, og eitt øki í landinum, sum skera í eyguni

Tað eru serliga pensjónistar, sum eru í fátækaváða
Áki Bertholdsen
15. september 2023 kl. 17:05

Í 2021 vóru tað 7,5 prosent av føroyingum, sum tjentu so lítið, at tey vóru í fátækaváða. 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Orsøkin til, at tey nýggjastu tølini eru so gomul, er, at uppgerðin er gjørt eftir upplýsingum frá Taks og har eru tey ikki liðugt við sínar uppgerðir fyrr enn gott og væl eitt ár er farið.

Uppgerðin vísir, at í 2010 vóru 8,4 prosent av føroyingum í fátækaváða.

Men síðani vaks talið næstan á hvørjum árið, til í 2017, tá ið 10,4 prosent av føroyingum vóru í fátækaváða.

Men síðani er talið alsamt minkað aftur, Í 2020 var talið 7,6 prosent og í. 2021 var tað 7,7 prosent.

Tað eru heldur fleiri kvinnur, sum eru í fátækaváða enn tað eru menn. Uppgerðin vísir, at 8,7 prosent av kvinnunum í Føroyum, eru í fátækaváða og 6,8 prosent av monnunum.

Hinvegin er tað serliga ein aldursbólkur, sum sker í eyguni og tað eru fólkapensjónistar. Tað eru heili 15 prosent av fólkapensjónistum, sum hava so lítið at liva av, at tey eru í fátækaváða.

Hetta eru pensjónistar, sum at kalla bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av.

Tað er eisini eitt ávíst øki í landinum, sum sker í eyguni, og tað er Sandoyggin. 

Í sandoynni eru 13,2 prosent av fólkinum í fátækaváða. Har er tað eisini rættiliga stórur munur á, at tað eru fleiri kvinnur í Sandoy, sum eru í fátækaváða, tí tær eru 15,5 prosent í tali og menninir eru 11,1 prosent í tali. 

Ì Suðuroy eru 11,5 prosent av fólkinum í Fátækaváða, í Vágum er tað 9,4 prosent, í Norðoyggum er tað 7,8 prosent, í Norðstreymi er tað 7,5 prosent, í Havnini er tað 6,8 prosent. Og frægast stendur til í Eysturoy í so máta, tí tað eru 6,7 prosent av eysturoyingum, sum eru í fátækaváða.