Talv: Magnus Carlsen vann aftur í dag

Norski heimsmeistarin hevur veruliga styrkt sær um støðuna við talvborðið í Dubai hetta vikuskiftið. Fríggjakvøldið vann hann fyrsta sigurin, í dag vann hann sín næsta sigur í HM-kappingini

Sveinur Tróndarson
5. desember 2021 kl. 16:58

Nú fer at knípa hjá avbjóðaranum Ian Nepomniachtci um hann ætlar at vinna HM-dystin, sum í løtuni verður telvaður í Dubai.

Eftir 8. umfar er støðan nevniliga blivin 5-3, tí norski heimsmeistarin vann eisini dagsins talv. Tí gjørdist hetta vikuskiftið eitt gott vikuskifti fyri Magnus Carlsen.

Fríggjadagin vann Magnus Carlsen sítt fyrsta talv í tí sum við sínum 136 leikum er tað drúgvasta talvið í HM-søguni.

Talvið í gjár endaði javnt eftir bara 41 leikir, men í dag koppaði tað aftur til fyrimuns fyri norska heimsmeistaran.

Hetta eru øgiliga sterkir telvarar. Magnus Carlsen hevur eitt ratingtal uppá 2856 og russiski avbjóðarin Ian Nepomniachtci, sum á desemberlistanum hjá FIDE hevur 5. hægstu rating av øllum, hevur 2782, og tí kom tað púra óvart á, at Ian Nepomniachtci gjørdi ein stóran feil mitt í talvinum.

Tað gekk ein løta, áðrenn Magnus Carlsen fekk tað at hanga saman, at hetta var ein feilur, men tá hann hevði hugsað seg fram til allar vinklar fór hann eftir feilinum, og síðan álaði hann russiska spælið sundur. 

Talvið í dag var “bara” uppá góðar 40 leikir, og nú er støðan hjá norska heimsmeistaranum øgiliga góð. Tað eru 14 talv á skránni, men tað verður telvað til annar er komin upp á 7,5 stig. Í løtuni er støðan sum sagt 5-3 til norska heimsmeistaran.