Taptu móti Portugal

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum taptu 0-4 móti Portugal

Árni Gregersen
21. mars 2024 kl. 20:29

Tað var ódnarveður á vøllinum teir fyrstu 25 fyrstu minuttirnar av dystinum millum Portugal og Føroyar, men føroyska liðið helt málið reint og tað gjørdu teir til steðgin.

Tað var týðuligt, at okkara menn bardust móti yvirmaktini og tað vísti seg eisini í seinna hálvleiki, at tað eydnaðist Portugal at skora fýra ferðir, meðani vit als ikki skoraðu.

Føroysku ungu menninir bardust manniliga, men tað vísti seg, at sum orkan gekk undan eftir tunga fyrra hálvleikin, so vóru teir á heimaliðnum betur fyri og gjørdu síni fýra mál.

Portugal er á odda í bólkinum hjá Føroyum.